Hví vánaligt samskifti kostar tíni fyritøku meira, enn hvat tú heldur
- Kasida
- Nov 18
- 5 min read
Updated: Nov 19
Tað, sum tú sigur, ella ikki sigur, skapar títt umdømi.
Inngangur
Hevur tú nakrantíð hugsað, um og hvussu stóran týdning samskifti hevur fyri tína fyritøku? Flestu leiðarar, sum vit hava spurt siga, at teir hava onga greiða samskiftisætlan. Tað merkir, at boðini eru ofta ørkymlandi, og/ella óstøðug — og tað minnast fólk. Tú kanst hava bestu vøruna, besta toymið og bestu ætlanirnar. Men um tín boðskapur er ógreiður, verður tað tað, fólk leggja sær í geyma. Í sambandi við verkætlanarleiðslu gjørdi Project.co eina kanning seint í 2024. Úrslitini av hesi kanningini vísa, at 68% av kundum eru fluttir til ein kappingarneyta, orsaka av vánaligum samskifti https://project.co/communication-statistics/
Í hesum blogginum fært tú at vita:
Hví vánaligt samskifti oyðileggur álit,
Hvussu nógv tað veruliga kostar eini fyritøku,
Og hvat tú kanst gera fyri at rætta tað.
Ein virkistrupulleiki – ikki bara marknaðarføring
Vánaligt uttanhýsis samskifti kemur fyri, tá boð, ið fara úr eini fyritøku, eru ógreið, óstøðug, sein, óneyv ella ikki røkka ætlaða lesaraskaran. Vanligu teknini eru ørkymlandi ella ósamsvar í branding. Og møguliga orsøkin av hesum, eru eingin greið uttanhýsis samskiftisætlan ella uttanhýsis samskiftispolitikkur. Avleiðingin er skatt umdømi.
Tá tíni boð ikki eru greið ella samsvarandi - til dømis tá tín heimasíða sigur eitt, sosialu miðlarnir siga eitt annað, og sølutoymið sigur okkurt annað - verða fólk uttanfyri fyritøkuna ørkymlað. Tey vita ikki, hvat fyritøkan veruliga stendur fyri, ella hvat tey kunnu vænta av henni. Handan fløkjan viknar um álitið, skaðar umdømi fyritøkusins, og kann kosta fyritøkuni sølu.
Branding er oftast nýtt í samband við marknaðarførðslu. Stutt sagt, er branding tilgongdin at skapa, hvat fyritøkan vil hava fólk at trúgva – hvør fyritøkan er, hvat hon stendur fyri, og hví hon er øðrvísi. Tað er, hvat ein fyritøka vil hava fólk at hugsa og føla, tá tey hoyra navnið á fyritøkuni.
Uttanhýsis samskifti er, hvussu tú deilir boðskapin við umheimin - ígjøgnum tína heimasíðu, lýsingar, kampanjur, sosialar miðlar, viðskiftatænastu og enntá, hvussu viðkomandi tosar við viðskiftafólk.
Innihaldsætlan er, hvussu boðskapurin er brotin niður í innihaldspartar, og planlagdur at leggja út.
So um títt uttanhýsis samskifti er vánaligt, fánar boðskapurin hjá tær burtur ella verður misskiltur.
Hvørt orð ella upplegg, sum tín fyritøka leggur út, hvørt talan er um heimasíðu, sosialar miðlar og/ella lýsingar, byggir ímyndina av tær, hvussu viðskiftafólk fata fyritøkuna. Og ósamsvar millum boðini á hesum ymsu plattformunum, skapar ørkymlan. Og ørkymlan førir til iva, og ivi brýtur niður álitið. Klár og samsvarandi boð byggja álit. Tá áhoyrararnir kunnu endurgeva, hvat tú stendur fyri, við tínum orðum – hevur tú rakt seymin á høvdi.
Frá ørkymlan til sambond: Business case fyri týðiligt samskifti
Í føroyskum høpi eru fá hagtøl, sum viðvíkja kostnaðinum av einum vánaligum samskifti. Tað, sum vit kunnu brúka sum grundarlag, er kanning í altjóða høpi. Og tað verður sagt, at teir eru fíggjarligir, tíðar- og kensluligir kostnaðir, sum vánaligt samskifti førir til. Kanning vísir, at vánaligt samskifti kostar fyritøkum ómetaliga nógv í tíð, peningi og produktiviteti. Hóast kanningin mælir til at gera íløgu í greiðari innanhýsis samskifti, varpar kanningin ljós á týdningin av greiðari samskifti fyri eina fyritøku. Tað verður mett, at fyritøkur missa yvir 1.200 milliardir dollarar í USA, um árið. (Grammarly, 2022).
At fá hagtøl eru í føroyskum høpi, er ábending um, at lítil dentur verður lagdur á týdningin av uttanhýsis samskifti og harvið samskiftisstrategi sum jarnbrot til framgongd fyritøkusins. Frá mínum samskifti við leiðarar í privatu vinnuni, gjørdist tað týðiligt, at onkur leiðari visti lítið um “samskiftisstrategi”, meðan annar fortelur, at uttanhýsis samskifti hevði ongan týdning fyri teirra fyritøku. Oftast er tað sølan, sum teir flestu virkiseigarar og virkisleiðarar eru mest áhugaðar í. Tí er tað torført at gera metingar um úrslitini av vánaligum samskifti fyri eina fyritøku.
Í Føroyum eru samskiftisfólk/fulltrúar oftast settir innan fyri størri kommunur og størri felagsskapir. Og nakrar størri fyritøkur hava viðurkent virðið av leiklutinum fyri fyritøkuna. Hjá nógvum privatum fyritøkum verður samskifti framvegis ein óformlig uppgáva ella verður mett at hava lítlan týdning, heldur enn at verða ein strategisk uppgáva. Um tað er í almenna ella privata geiranum, er greitt, støðugt og professionelt samskifti avgerandi fyri at varðveita trúvirði og náa langtíðar framgongd. Virkandi samskifti hevur ávirkan á ímyndina av fyritøkuni, sum eisini ávirkar ímyndina av vøru/tænastu. Sostatt er ógreitt, óstøðugt samskifti er ikki uttan kostnaðir fyri fyritøkuna.
Hví skulu lítlar- og miðalstórar fyritøkur leggja nakað í tað ?
Fyri nógvar smáar og miðalstórar fyritøkur, kennist samskifti ikki altíð sum ein raðfesting. Tá sølan er støðug og viðskiftafólkini koma aftur, kann tað tykjast óneyðugt at seta tíð av til eina innihaldsætlan ella at betra boðskapin. Men hetta álitið kann vera misvísandi. Sjálvt væleydnaðar fyritøkur gjalda ein prís, tá teirra samskifti ikki er greitt ella støðugt.
Vánaligt samskifti kann stillisliga oyðileggja álitið, ørkymla viðskiftafólk ella fáa títt brand at tykjast óskipað - trupulleikar, sum ofta bara koma til sjóndar, tá vøksturin minkar ella kappingin økist. Hinvegin hjálpir greitt og støðugt samskifti fyritøkum at styrkja sambond, verja teirra umdømi og vera fremst í huga hjá viðskiftafólkum. Tað forðar eisini fyri burturspiltari tíð, mistum møguleikum og innanhýsis misskiljingum, sum kosta pening í longdini.
Stutt sagt, snýr samskifti seg ikki bert um at draga nýggj viðskiftafólk at sær; tað snýr seg eisini um at varðveita tey, fyritøkan hevur, byggja upp trúvirði og skapa umstøður fyri varandi vøkstri - sjálvt tá handilin longu er góður.
GBS reglan– lykilin til betri uttanhýsis samskifti
Um talan er um samskifti innan almenna geiran, í einum felagsskapi, stórar og/ella ella lítlar til miðal stórar fyritøkur, verða meginreglurnar um virkandi samskifti óbroyttar. Ein vegleiðandi vegleiðing er GBS reglan: Samskifti skal vera greitt, beinrakið, og í samsvar við virkismál og støðugt í títtleika. Greið boð tryggja, at áhoyrararnir skilja, hvat tú meinar; beinrakið orðalag virðir teirra tíð og uppmerksemi; og støðugt byggir upp trúvirði og álit við tíðini. Tá fyritøkur nýta hesar tríggjar meginreglurnar, minka tær um váðarnar - og kostnaðin - sum stava frá misskiljingum, villleiðandi upplýsingum ella mistum møguleikum.
Fyri at seta hesar meginreglur í verk, kunnu fyritøkur nýta ein kekklista — eitt einfalt amboð at kanna, um teirra boð endurspegla virðir, tóna og mál hjá fyritøkuni, áðrenn tey koma til almenningin. Tá fyritøkur nýta hesar meginreglur og brúka slík amboð, minka tær um váðarnar - og kostnaðin - sum stava frá misskiljingum, villleiðandi upplýsingum ella mistum sambondum. Fyritøkur, sum fylgja skipaðum samskiftistilgongdum, síggja sterkari engasjement og færri misskiljingar, sambært PMI, 2023.
Niðurstøða
Hvør tekstur og/ella upplegg sigur áhoyrarunum, hvør tú ert – sjálvt tá tú ikki sigur tað beinleiðis. Um samskiftið hjá tær er óruddiligt, fara onnur at minnast teg, av skeivum orsøkum. Men tá tú tosar klárt og áhaldandi, lurta fólk, líta á og keypa.
Er tú til reiðar at styrkja tína brandsrødd?
Fá okkara kekklista um brandssamskifti,ella
Bílegg eitt prát til at kanna tín uttanhýsis boðskap.
Tí hvørt orð, tú deilir, er ein íløga – tryggja tær, at tað loysir seg.
Grammarly (2022), The State of Business Communication



Comments